Mannagongdir, keyps- og handilstreytir

Keyp og gjaldstreytir
Ordrin verður vanliga avgreiddur innan 2 yrkadagar. Vørur, sum ikki eru á goymslu, verða vanliga útvegaðar so skjótt sum tær eru aftur á goymslu. Tilber at rinda kontant við gjaldskortið og við rokning sum verður skuldskrivað á konto og send umvegis farpay.

Prísir
Allir prísir eru íroknaðir meirvirðisgjald, um annað ikki er nevnt. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum, útseldum vørum og príshækkingum, sum vit ikki hava beinleiðis ávirkan á.
Gjaldoyra er DKK. 

Flutningstreytir
Útreiðslur av flutningi, fyri smærri pakkar/brøv, eru settir eftir galdandi flutningskostnaði.
Um vøra verður heintað, fellur flutningsgjaldið burtur.

Veitingardagur
Vøra verður borin út so skjótt sum tilber.

Umbýtingarrættur

‍Tann, ið hevur keypt eina vøru, kann býta hana um ella fáa peningin aftur, um treytirnar niðanfyri verða fylgdar:

1) at keyparin við kvittan kann prógva, at vøran er keypt í innan seinastu 12 dagarnar. (allir dagar íroknaðir)
2) at vøran er í sama standi, sum tá hon varð keypt.