Privatlívspolitikkur

Dátuábyrgdari
Er tín arbeiðsgevari.

Endamál og heimild fyri viðgerð av persónsupplýsingum
Tá tú útfyllir brúkaraupplýsingar á heimasíðuni, innsavna vit hesar upplýsingar um teg.

  • Navn
  • Bústað
  • Teldupost
  • Telefonnummar

Endamálið við viðgerðini av tímum upplýsingum er at veita tær tænastu á nethandlinum.
Tínir upplýsingar verða viðgjørdir við heimild í §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

Handfaring av upplýsingum
Upplýsingar verða givnir víðari til dátuviðgerðar, ið handfara upplýsingarnar á ein góðan og tryggan hátt. Hetta er tryggja við einari dátuviðgerðaravtalu.

Nethandilin er hýstur í Bretlandi ígjøgnum eitt felag, sum eitur WPMUDEV. Privatlívspolitikkin kanst tú lesa her: https://wpmudev.com/docs/privacy/.

Ordraupplýsingar og kundaupplýsingar verða samstundis goymdar á skipanini Microsoft Business Central (BC). Hýsingin av BC er hjá Microsoft í Europa.

Upplýsingarnir um teg verða goymdir so leingi tú ert brúkari. Í somu løtu brúkarin verður strikaður, verða allir upplýsingarnir eisini strikaðir.
Um tú metir at vit ikki hava fyri neyðini at hava ávísar upplýsingar um teg, kanst tú biðja um at fáa hesar strikaðar. Hesin rætturin er ikki endaligur. Upplýsingarnir verða ikki strikaðir, um teir eru fevndir av aðrari lóggávu, ella um avtala og endamál geva rætt til at goyma upplýsingarnar.
Ynskir tú at gera eitt av tínum rættindum galdandi, skalt tú gjøgnum teldupost venda tær til vestpack@vestpack.fo. Vit seta okkum tá í samband við teg, um hvørji rættindi tú ynskir at gera galdandi umframt at staðfesta tín samleika.

Rættin til innlit: Tú hevur rætt til at fáa innlit í hvørjar persónupplýsingar vit viðgera um teg, hvar tær upprunaliga eru komnar frá og hvat Vestpack brúkar tær til. Eisini kanst tú biðja um at fáa rætta persónupplýsingarnar, um tað er neyðugt.

Rættur til mótmæli: Tú hevur rætt til at mótmæla, um tú ert ósamdur í, at ein ítøkilig viðgerð fer fram. Tað merkir, at upplýsingarnir framhaldandi kunnu nýtast til onnur møgulig lóglig endamál.

Rættur til rætting, striking og avmarking  av persónupplýsingum: Um upplýsingarnar, sum vit viðgera um teg, eru skeivar, ófullkomnar ella óviðkomandi, hevur tú, við teimum avmarkingum, sum eru í galdandi lóggávu, rætt til at krevja, at vit rætta ella strika upplýsingarnar. Tú kanst eisini krevja, at viðgerðin av upplýsingunum verður steðgað uttan so, at vit hava lógarheimild at viðgera tær, ella okkara heimilaði áhugamál ganga framum áhugamálini ella grundleggjandi rættindi hjá tær.

Rætturin til viðgerðaravmarking: Tú kanst biðja um, at viðgerðin av persónupplýsingunum verður avmarkað. Tað merkir, at persónupplýsingarnar ikki vera strikaðar, men at tær vera nágreinaðar, at tær ikki kunnu viðgerast og at atgongdin til at lesa tær verður skerdur.

Rætturin til dátuflutning: Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar, sum tú sjálvur hevur givið okkum, fluttar til tín í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.

Rætturin til ikki at verða profileraður: Tú hevur rætt til ikki at verða profileraður, uttan so at hetta er avgerandi fyri, um ein avtala kann gerast.

Rætturin til at taka samtykkið aftur: Um viðgerðin av tínum persónupplýsingum er grundað á títt samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur.

Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

Rætturin at klaga

Hevur tú spurningar viðvíkjandi viðgerð av tínum persónupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á vestpack@vestpack.fo.

Um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú bera eina klagu til ella seta teg í samband við Dátueftirlitið. Upplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum finnir tú her: https://dat.fo.